Nú er tað ikki vist, at ætlaða tjóðleikhúsið verður bygt á Skálatrøð kortini. Annars hevur tað í fleiri ár verið arbeitt út frá, at tað skal vera á Skálatrøð.
Men nú fer Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, at bjóða arkitektum at kappast um nýggja tjóðleikhúsið »í fríari staðseting«, sum tað stendur í ískoytinum til ólavsøkurøðina hjá Løgmanni.
Tað merkir, at arkitektarnir fáa fríar ræsur at koma við uppskotum um, hvar teir halda, at tað er best at byggja eitt tjóðleikhús.
Men tað er kortini tann avmarking, at tað skal vera onkustaðni í Havnini, sigur Jenis av Rana.
Umframt Skálatrøð, hevur talan verið um at byggja tað uppi við Norðurlandahúsið, men talan kann eisini vera um onnur pláss onkustaðni í høvuðstaðnum.
Sosatt er tað greitt, at tjóðleikhúsið ikki verður flutt inn á Skálafjørðin, soleiðis sum Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, annars hevur róð fram undir. Hann segði, at tað er ikki pláss fyri einum Tjóðleikhúsið í Havn og tá ið Eysturoyartunnilin var tikin í brúk, verður tað líka skjótt at fara inn á Skálafjørðin, sum tað er at fara í eitt Tjóðleikhús.
https://www.in.fo/news-detail/news/vil-hava-jenis-at-flyta-stort-mentanarhus-sum-skal-vera-i-havn/?no_cache=1Les meiri um tað her: Vil hava Jenis av Rana at flyta stórt mentanarhús sum skal vera í Havn
Men Jenis av Rana heldur fast um, at Tjóðleikhúsið skal vera í Havn, og beint eftir summarfrítíðina, í september, verður arkitektar bjóðaðir at koma við uppskotum um, hvar tað skal vera.
– Vit hava havt fund við Tórshavnar Býráð um tjóðleikhúsið, og tað er full semja um, at tað skal vera í Havn. Men tað er eisini full semja um, at vit skulu ikki tvíhalda um upprunaligu ætlanina um, at tað skal byggja á Skálatrøð, sigur Jenis av Rana.
Tríggjar milliónir eru settar av á fíggjarlógini fyri í ár til at fyrireika verkætlanina fyri.
Síðani verður arbeitt víðari við at tekna tjóðleikhúsið, projektera tað, bjóða tað út og fara undir byggingina.
– Tá ið løgtingsval verður aftur um trý ár, vænti eg, at vit eru komin nakað ávegis við sjálvari byggingini, sigur hann.
Hann sigur, at samstundis fer nevndin, sum fyrireikar byggingina, at leita eftir fígging til Tjóðleikhúsið. Í hesum sambandi er ætlanin at fáa fyritøkar, grunnar, og onnur, bæði her heima, og uttanlands, at fíggja ein part av verkætlanini.