Sleppa nú aftur at byggja á Argjum

Fundur hevur verið millum grannarnar og býráðið, og sambært Heðini Mortensen er semja um ein leist soleiðis, at unga parið á Argjum aftur kann taka upp byggingina Eftir at Sosialurin mánadagin varpaði ljós á eitt byggimál á Argjum, har eitt ungt par varð steðgað í teirra bygging av nýggjum sethúsum, er longu nú ein loysn í eygsjón.

Sum greitt frá mánadagin bleiv byggiloyvið, sum kommunan hevði útskrivað fáar mánaðir framman undan, kallað aftur við tí úrsliti, at húsini stóðu í hálvum gekki.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, setti seg beinanvegin inn í málið, og longu í gjárkvøldið var fundur millum húskini í grannalagnum og býráðið, og eftir hendan fundin tykist nú greitt, at unga parið kann taka byggingina upp aftur.

- Vit høvdu ein góðan fund, har vit tosaðu út um viðurskiftini. Øll vóru samd um ein leist at loysa málið eftir, og í síni heild var fundurin ógvuliga positivur, sigur Heðin Mortensen.

Borgarstjórin sigur, at øll tóku undir við einum leisti at loysa málið, og at unga parið nú aftur kann halda fram við byggingini