Sleppið Sandoyartunlinum

Tað mælti Annita á Fríðriksmørk til í umrøðu síni av løgmansrøðuni í tinginum í dag. Íløgan stendur ikki mát við nyttuna, tí vit tosa um milliardaupphædd, helt Annita Stórar íløgur eru gjørdar í farleiðina suður til Sands, bæði vegur, stór og dýr ferjulega og nýggj bilferja. Hesar íløgur eiga at verða gagnnýttar í eitt ávíst áramál, áðrenn vit fara at tosa um nýggjar íløgur í milliardaflokkinum.

So bersøgin var Annita á Fríðriksmørk á tingsins røðarapalli í dag, tá hon viðgjørdi ólavsøkurøðu løgmans.

Annita vísti á, at tað mátti metast at koma undir marglæti, at byggja ein so dýran tunnil út í oynna, bara so at sandoyingar kundu sleppa inn á meginøkið til tey frítíðartilboð, ið her eru.

- Eg vænti ikki, at eitt øki sum Sandoyggin fer at blóma fyri tað, um tey fáa ein undirsjóvartunnil, sum tey fara at brúka eftir arbeiðstíð, vísti Annita á Fríðriksmørk á.

Men hon fekk kortini ikki stóra undirtøku fyri hesum sjónarmiðinum, heldur ikki frá sínum egnu floksfeløgum. Bæði Finnur Helmsdal og Høgni Hoydal gjørdu greitt, at teir tóku ikki undir við Annitu í hesum, tó at báðir ivaðust í, um tíðin var hin rætta at fara undiur hesa verkætlan.

Jóannes Eidesgaard, løgmaður, og Jørgen Niclasen úr Fólkaflokkinum vístu somuleiðis á tað alneyðuga í at binda økini saman, og at alt samfelagið fekk gagn av at fast samband fekst.

Einasti, sum bar brá av at stuðla undir tilmælið hjá Annitu, var Olav Enomoto úr Sambandsflokkinum, sum vildi hava eina gjølligari viðgerð av málinum, áðrenn endalig støða varð tikin til Sandoyartunnilin.