Slitnir spælarar taptu við 10 málum

Føroyska landsliðið hjá monnum tapti eisini seinasta dystin á hesum sinni, og landsliðsvenjarin fer í næstum, saman við hjálparvenjaranum, at evaluera hesa kappingina

Ísrael-Føroyar 31-21 (17-11)


Føroyska landsliðið er komið heim av hondbóltsferð í Ísrael, og har skuldi tað vísa seg at Ísrael vóru okkum ov sterkir. - Vit merktu rættuliga at tað var fjórði dystur innan fáir dagar, og sjálvt um Ísrael vóru betur enn okkara, áttu vit at megnað at fingið eitt betur úrslit, høvdu vit verið hepnari, og verið meira klárir frá dystarbyrjan. Høvdu tekniski feilirnar ikki verið so nógvir heldur, hevði tað hjálpt munandi, sigur Dia Midjord, landsliðsvenjari.


Tungir og troyttir

Okkara spælarar virkaði tungir, og vóru vit meira klárir, hevði munurin kanska bert verið eitt ella tvey mál.

Høvuðstrupuleikin er, at vit hava ikki royndirnar á hesum støði, og tað ger at vit eru ov seinir reint motoriskt. Vit brúka meira yvirkroppin, heldur enn at nýta beinini. Tí gerast vit ov seinir.


Framtíðin

- Í næstum fara eg og hjálparvenjarin at seta okkum niður at finna tað góða, tað ringa, og koma við viðmæli til Hondbóltsambandið (HSF), og haðani verður so ein fundur, einaferð seinni, hvat teir ynskja, og um hvør skal fremja teirra ætlanir út í verkið, sigur landsliðsvenjarin, Dia Midjord.