- Betri heilsutænastur til borgarar í Suðuroyar Læknadømi!. Tað er endamálið, nú allir borgarstjórarnir í Suðuroy, og Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, í dag skrivaðu undir eina samstarvsavtalu um at skipa alla Suðuroy í eitt heilsuøki við einum heilsudepli. - Endamálið at skapa møguleikar fyri at kunna veita fleiri og støðugt betri heilsutænastur til borgarar í nýstovnaða Suðuroyar Læknadømi, sigur Karsten Hansen. Í avtaluni staðfesta kommunurnar og landsstýrismaðurin, at í Fámjin, Hovi, at støðan viðvíkjandi kommunulæknamanning í oynni er sera viðbrekin, og vandi er fyri, at skipanin við kommunulæknum í føstum starvi kann fara fyri bakka, verða munadygg tiltøk ikki verða sett í verk beinanvegin. - Fyrsta stigið er at skipa kommunurnar í Suðuroynni í eitt heilsuøki við heilsudepli. At økið verður skipað sum eitt heilsuøki, hevur við sær, at Suðuroyar Norðara Læknadømi og Suðuroyar Sunnara Læknadømi verða strikað, og í staðin verður skipað eitt nýtt læknadømi, sum fær navnið Suðuroyar Læknadømi. Hetta merkir eisini at frameftir kunnu borgarar í Suðuroynni sjálvir gera av, um teir velja at halda fram hjá tí kommunulæknanum, sum teir longu hava, ella um teir heldur vilja hava ein av hinum kommunulæknunum í nýggja læknadøminum. Samstundis sum Suðuroyggin verður skipað sum eitt heilsuøki, verður skipaður ein heilsudepil í Suðuroynni, og hann verður staðsettur á tveimum støðum, á Tvøroyri og í Vági. - Hetta merkir, at heilsustarvsfólkini, sum starvast í heilsudeplinum, kunnu starvast í bæði viðtaluhølunum á Tvøroyri og í Vági. - Endamálið við at skipa heilsudeplar er, at allar tær kanningar og viðgerðir, sum kunnu fara fram uttanfyri sjúkrahúsini, fara fram á heilsudeplunum. - Á heilsudeplunum fer dentur at verða lagdur á at veita og menna heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi tilboð, kanningar og ráðgeving til borgaran. - Ætlanin er, at sum frá líður skal stórur partur av heilsuveitingunum til tey eldru og til fólk við varandi sjúkum, kunna fara fram í heilsudeplunum. Landsstýrismaðurin sigur, at fyri kunna røkja hesar uppgávur fara viðkomandi heilsustarvsfólk at arbeiða á heilsudeplunum, eitt nú kommunulæknar, sjúkrarøktarfrøðingar, heilsufrøðingar, kostfrøðingar, farmaseutar, sálarfrøðingar, ergoterapeutar, fysioterapeutar og ljósmøður. Myndin er frá hátíðarløtu í Læknamiðstøðini í Vági seinnapartin í dag, har avtalan varð undirskrivað. Frá vinstru eru tey Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, Trúgvi Gudmundarson, borgarstjóri í Hvalba, Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, Eyðbjørn Thomsen, borgarstjóri í Sumba, Mikkjal Sørensen, borgarstjóri í Porkeri, Delmar Tausen, borgarstjóri í Hovi og Eyðdis Ellendersen, borgarstjóri í Fámjin. |