Slovakia sendir 13 MiG-29 jagaraflogfør til Ukraina

Avgerðin er tikin, dagin eftir at Pólland sum tað fyrsta landið boðaði frá, at tey senda stríðsflogfør til Ukraina.

 

Slovakiska stjórnin hevur í dag góðkent, at landið letur 13 MiG-29-jagaraflogfrør til Ukraina.

Tað sigur slovakiski forsætisráðharrin, Eduard Heger, sambært AFP.

Avgerðin er tikin, dagin eftir at Pólland boðaði frá, at landið sum hitt fyrsta letur Ukraina stríðsflogfør.

Ukraina hevur ótalligar ferðir biðið um at fáa stríðsflogfør. Men eygleiðarar hava stúrt fyri, at Russland fór at taka tað sum eina herðing av krígnum.

Ukrainar kenna longu MiG-29-flogførini, sum egni herur teirra nýtir.

/ritzau/AFP