Smábátarnir høvdu aftur hampuligan fiskiskap í dag

Landingarmiðstøðin í Sørvági hevur tikið ímóti fitt av útróðrarfiski aftur í dag.

Fleiri bátar avreiddu í kvøld, vágabátarnir avreiddu í Sørvági, í Miðvági avreiddu bátar úr Hesti og Kvívík.

Fiskiskapurin var hampuliga góður, allir høvdu meira enn 500 pund - onkur kom upp í 1500 pund. Bátarnir úr Hesti høvdu roynt í Sandshavinum, meðan hinir bátarnir høvdu verið á Grynnuni.

Tann eini báturin hevði verið á Skeivabanka í 2 døgn, teir høvdu um 6000 pund av upsa.

Prísurin á toski er góður í løtuni, hann liggur um 20 kr./kg., so 500 pund geva einar 5000 kr.