Hetta fer at lyfta tilbúgvingina upp á eitt hægri stig. Tað sigur Finn Hansen, tilbúgvingarleiðari í Klaksvík.
Í eini fráboðan í morgun siga tey nevniliga, at nú fáa útoyggjarnar og smábygdirnar í Norðoyggjum nýggja og betri útgerð at sløkkja eld við. Talan er um útgerð til Fugloy, Svínoy, Kalsoy og Kunoy. Talan er um seks nýggjar pumpur og 10 smærri eldsløkkjarar, sum verð flutt út á útoyggjarnar og smærri bygdirnar í Norðoyggjum hesar næstu dagarnar.
Pumpurnar kunnu brúkast við vatnveiting úr áum, tjørnum, vøtnum ella av sjónum, men í eldsløkkjarunum eru upp til 10 litrar vatni og teir kunnu fyllast aftur, so hvørt teir eru brúktir.
Tilsamans kostar útgerðin eina hálva millión krónur og hon er løtt at brúka, og kann vera til avgerandi hjálp, á plássum, har tað ikki er so høgligt hjá sløkkiliðnum í Klaksvík at sleppa fram at.
Samstundis eru talgildar vegleiðingar til pumpurnar og eldsløkkjararnar. Vegleiðingarnar síggjast á kotum, sum eru festar á hvørja einstaka pumpu. Við snildfon ber so til at skanna kotuna og at síggja, brúkaravegleiðing, við video um, hvussu útgerðin skal brúkast.
– Umframt hetta verða staðbundin fólk í ymsu bygdunum eisini lærd at brúka útgerðina, leggur Finn Hansen, tilbúgvingarleiðari afturat.