Tá ið familjan, sum eigur eini hús í Múla, leygardagin kom til húsini, var úthurðin brotin upp.
Á hurðini stóð: “Sorry. Ring 112 um tygum hava spurningar. P.S. Takk fyri kaffi.”
Fólkini, sum eiga húsini, hava enn onga hóming av, hvør kann hava brotið inn, men tað er hent millum mikudagin og leygardagin í seinastu viku.
Innbrotið er meldað til løgregluna, sum ikki veit meira enn tað sama.