Smáligt hjá lemmatrolarunum

- Fram til 1. august høvdu vit hampiliga støðugt fiskaarbeiði í Hvalba, men eftir summarfrítíðina hevur verið minni at gera, sigur stjórin á TG Seafood Í gjár landaði lemmatrolarin Sjagaklettur 100.000 pund til TG Seafood, sum er fiskavirkið í Hvalba. Veiðan var toskur og upsi.

Í síðstu viku landaðu partrolararnir Hamranes og Breiðanes eisini í Hvalba. Teir høvdu 180.000 pund tilsamans. Øll veiðan var upsi.

Úr Hvalba frættist, at fiskiskapurin hjá djúpvatnstrolarunum yvirhøvur hevur verið smáligur í heyst.

Lemmatrolarin Steintór, sum vanliga leggur veiðina upp í Hvalba, er til fiskiskap í løtuni, men teir koma neyvan inn aftur at landa fyrr enn næstu viku.

Niels Pauli fiskar á djúpum vatni, og teir landa veiðina í Skotlandi.

Ólavur Bjarkhamar, stjóri á TG Seafood, sigur, at virkið higartil í ár hevur keypt umleið 3.000 tons av ráfiski.

- Fram til 1. august høvdu vit hampiliga støðugt arbeiði á fiskavirkinum, men eftir summarfrítíðina hevur verið minni at gera. Hesa tíðina hava vit i miðal arbeitt einar 3 dagar um vikuna, sigur hann.

Eini 50 fólk arbeiða hjá TG Seafood í Hvalba.

Ólavur Bjarkhamar sigur, at umleið tveir triðingar av ráfiskinum verður skorin og frystur í blokk, meðan umleið ein triðingur verður seldur feskur.