Smáligur fiskiskapur hjá tunfiskaskipunum

Fiskiskapurin hjá tunfiskaskipunum er, hóast einki serligur, batnaður nakað seinastu dagarnar

Tað hevur gingið heldur enn ikki striltið hjá tunfiskaskipunum, sum royna sunnanfyri Føroyar.

Fiskiskapurin í ár hevur ikki verið nærtil so góður, sum hann var í fjør og í seinastu viku var veðrið heldur einki at reypa av.

Teir seks tunfiskabátarnir - tríggir japanarar og tríggir føroyskir - fáa kortini millum eitt hálvt og eitt tons um dagin.


Órógva hvønn annan

Økið, sum roynt verður á, liggur suður móti bretska markinum og er ikki so øgiliga stórt.

Hetta hevur við sær, at bátarnir órógva hvønn annan rættiliga nógv.

Teir seta omaná hvønn annan við tí úrsliti, at reiðskapurin rekur saman.

Umframt tað, so verða tunfiskabátarnir eisini órógvaðir av fronskum trolarum, sum royna á Wyville Thomson rygginum og har á leið.

Tunfiskabátarnir royna at kæra sína neyð til Vaktar- og Bjargingartænastuna, men haðani hava teir fingið tey boð, at V&B einki kann gera, tí økið liggur í gráu sonini, frættir Sosialurin frá tunfiskaskipunum.