Smálutir hugvekja í Mentamálaráðnum

Mánadagin 21. november klokkan 15 letur fjølbroytt og forvitnislig listaframsýning upp í Mentamálaráðnum.

Framsýningin hevur heitið ”Smálutir hugvekja og tær sum sýna fram eru Felagið “dirvi” við Súsannu Martinsdóttir, sum í 15 ár hevur bundið lutir við alskyns smáum mynstrum, Hildur Hermasen, sum hevur arbeitt við keramikki í áleið 20 ár og Vera Bjørgvin, ið hevur málað við akryl í 12 ár.

Tað eru serliga smálutirnir í náttúruni, sum gevur teimum øllum íblástur - smálutir, í smáu mynstrunum, sum dirvi er kent fyri at seta saman á alskins hátt, Smálutir í glæringini, sum er týðandi partur av keramikkini og Vera endurgevur smáu rørslurnar sum fylla himmal og hav, sum vit eru mitt í.

Á ferniseringin mánadagin fer Fríði Bjørgvin at spæla guitar.

Framsýningin er opin til 15. januar 2012 í vanligari arbeiðstíð hjá Mentamálaráðnum og hon er almenn.