Dagfinn Olsen, lærari
-----
Tá einskiljing gerst okkurt, ið ongin skilir.
Samfelagsróðrið er snarað til høgru, og har hevur tað læst seg. Alt skal privatiserast í hesum døgum.
Privatisera ansing av gomlum fólki, privatisera farleiðir, og hví ikki eisini Kringvarpið. So er frælsa pressan skerd, og lættari verður at stýra. Og tá góðskan harvið gerst verri, so kunnu vit spara eitt K burtur, og kalla tað Ringvarp.
Nei, álvara tos! Hvar bleiv samhaldsfasta samfelagið av? Hví gloyma okkara fólkavaldu, at tað eru viðurskifti, ið landið hevur skyldu at taka sær av og røkja?
Liggur svarið kanska í, at umsitingin stendur at bresta við fólki, sum vilja hava alt at passa í eitt rokniark? Gongur tað ikki upp í onkrum smartum rokniforriti, so er øll vón úti.
Og so mugu fólk í útjaðara vera har tey eru, tí annað loysir seg ikki. Og blæður mugu ikki skiftast so ofta á gomlum, tey mugu ikki fóðrast ov ofta, og yvirhøvur mugu tey klára seg sjálvi, tí annað loysir seg ikki. Og sjúk tosa vit als ikki um!!
Álvara tos, hvar mistu vit hjørtu okkara á veg higar, ið vit nú standa?
Vit eru fleiri, sum hava góð boð uppá sparingar: Spar tey burtur, sum koma við uppskotum um at hava eftirlit við teimum, ið røkja sítt starv, og sum tískil ætla at seta fleiri fólk í starv, ið bara skulu ganga við stoppuri og kanna tey, ið veruliga arbeiða. Slíkt eru óhóskandi útreiðslur!!
Cost-benefit frymilin. Kostnaður og úrtøka. Hetta eru gandaorð hjá fólkavaldum og rokniarks-fjepparum. Gaman í skal stykkið ganga upp í síðsta enda, men við míni lummaheimsspeki má eg viðganga, at um alt skal gerast eftir cost-benefit frymlinum, so má alt leggjast og byggjast millum Tinganes og skipasmiðjuna í Havn. Alt annað er rein útreiðsla, og má tískil privatiserast ella helst sleppast.
Men í øllum einskiljingargreytinum, so keypa almennu Føroyar privatiseraða helmingin av Atlantsflog aftur, tí einskiljingin riggaði ikki so væl!?!! Ein skilir onki av hesi einskiljings-stategi!
Síðani Føroyar gjørdust eitt valdømi, er alt sum fyrr kallaðist floksdisiplin, fokin langa leið. Og tessvegna eisini alt samgongustev. Eitt løgting á tremur við einstaklingum í eingongu við sær sjálvum, ella hægstbjóðandi – til dagsprís, sjálvandi!!
Kanska er besta uppskotið í hesum hurlivasanum at einskilja Løgtingið. Smápartafelagið Føroya Løgting. Ein og hvør kann bjóða uppá ein sess. Hægstbjóðandi fáa sjálvsagt lut ella sess í felagnum. (Hetta er kanska ikki so fjart frá dagsins veruleika, har tey sum brúka mest uppá vallýsingar, sleppa innar, meðan ókend í miðlunum, og ikki múgvandi, ikki longur hava nakran møguleika at vinna sær sess á løgtingi).
Tignin innan tinggátt er ikki til sølu, gaman í, men hon er helst langt síðani fokin, tí tað er langt síðani, at nakar merkti ella sá nakað til tignina.
Og er navnið so ov tungt at siga (ikki at blanda við tungutalu), ella mótsigandi, tá ein tíð er farin, so kann tað broytast: Føroya Fløktting. Føroya tøling. Onga Føling.
Navnið spillir ongan, verður sagt. Men skjótt er at spilla navnið.