Smátjóðir passa okkum best

Ivan Eginsson Moskalenko er sannførdur um, at tey hevði tænt føroyskum fótbólti, um vit fluttu ein styrkisbólk upp. – Hagtølini eru 100 prosent við okkum, sigur hann

Tey munnu vera fá, ið hava so stórt innlit í føroyskan landsliðsfótbólt sum Ivan Eginsson Moskalenko. Hann hevur fylgt gongdini og menningini hjá føroyska landsliðnum, síðani vit fóru upp í altjóða fótbólt, og er ivaleysur um týdningin av at flyta ein styrkisbólk upp.

- Søgan seinastu 20 árini sigur okkum, at vit hava framúrskarandi hagtøl í móti liðum, sum eru á okkara støði. Til EM-undankappingina í 1996 vunnu vit báðar dystirnar í móti San Marino, til HM-undankappingina í 1998 vunnu vit báðar dystirnar í móti Malta og til HM-undankappingina í 2002 vunnu vit báðar dystirnar í móti Luksemburg, greiðir Ivan Eginsson Moskalenko frá.


Fleir fyrimunir

Ivan sær eisini fyri sær aðrar fyrimunir enn teir ítróttarligu.

- Flyta vi tein styrkisbólk upp, so vekir tað áhuga, fleiri fólk koma til dystirnar og tað merkir aftur fleiri krónur í kassan hjá FSF, vísir Ivan Eginsson Moskalenko á. Hann dregur fram til tann 8. juni í 1997 sum dømi.

- Til dystin í móti Malta varð føroyskt áskoðaramet sett, tá 6640 áskoðarar vóru og hugdu. So nógv hava hvørki áður ella síðani verið til dyst, tá landsliðið hevur spælt í Føroyum, hóast bæði Týskland, Frakland og Italia hava vitjað síðani, greiðir Ivan Eginsson Moskalenko frá.

Tí heldur fótbóltsserfrøðingurin, at FSF skal stríðast alt tað, tey eru ment, fyri at fáa FIFA sannført um, at Føroyar eiga at liggja omanfyri Wales og ikki umvent, sum støðan er nú, hóast sama stigatal.

- Í ringasta føri eigur hetta at verða avgreitt við lutakasti, tí vit kunnu ikki bara góðtaka støðuna sum hon er, sigur Ivan Eginsson Moskalenko.