Smartur Kia Sportage frítíðarbilur

Kia Sportage er nú avloystur av einum heilt nýggjum bili við sama navni. Designið er smart, bilurin sær gott út og kvaliteturin er á sama høga støði sum á tí størra Kia Sorento. Bilurin fæst bæði sum bensin og diesel

Kia er skjótast vaksandi bilmerki í Evropa. Í 2003 seldi Kia Danmark 3.012 bilar og í 2004 seldu teir 5447 bilar. Í ár hava teir sett sær fyri at selja 10.000 bilar. Hetta er eitt høgt mál at seta sær, men við teirra breiða bilhandlaraneti er nokk einki sum forðar fyri tí.

Nýggj modell koma alla tíðina, og nú er Kia Sportage komin í eini heilt nýggjari útgávu. Bilurin er ein sonevndur SUV (Sport Utility Vehicle), ein frítíðarbilur sum kann nýtast til fleiri ymisk endamál. Samstundis er hann ein rúmligur jeepur og "off-roadari" við permanentari 4-hjólsdrift. 4x4 skipanin arbeiðir við elektroniskari deiling av drívmegini, ið ger at bilurin klárar seg væl í kava og hálku um veturin og til koyring uttan fyri vanliga koyrivegin.

Kvaliteturin er á sama høga støði sum á tí størra Kia Sorento. Designið er smart, og bilurin sær gott út, og hann fær sera góð ummæli frá motorjournalistum, eisini viðvíkjandi trygdini við t.d. gardinairbag, ESP, og bremsiassistenti.

Sportage fæst við trimum ymiskum motorum, einum diesel og tveimum bensin, dieselmotorurin er ein 2,0 litur CRDi við 112 hk, og bensinmotorarnir eru ein 2,0 litur við 141 hk, og síðan ein 2,7 litur V6 við 175 hk.

Bilurin vit royndarkoyrdu var ein 2.0 litur diesel við 112 hk. Bilurin er lættur og góður at koyra, dieselmotorurin kraftar væl og er sera ljóðleysur.


Kia Sportage 2.0D 4WD

Motorurin2.0 litur 4 syl. diesel 112 hk

0-100 km/t13,8 sek

Oljunýtsla14,1 km/l

Dekkstødd215/65-16

Stødd og vekt
Longd435,0 cm
Breidd180,0 cm
Hædd173,0 cm
Vekt1.600 kg

Prísurkr. 316.000,- (persónvognur) (vøruvognur = kr. 266.800,-)
Bensin útgávurnar kosta úr kr. 251.800,-

SøluumboðD. B. Bilar
J. Broncksgøta 15
FO-100 Tórshavn
Tel. 310600
www.dbbilar.fo