Smiðansstova: Ein partur av søguni hjá Rubeksenættini

Smiðansstova verður vanliga sett í samband við Rubeksenættina. Sámal Rubeksen giftist inn í Smiðansstovu, sum hevur eina serliga søgu

Óli Jacobsen

Tað er nakrar fáir gravsteinar á Svína­ryggi, sum eru heilt ólesiligir. Men ein sólskinsdag skein sólin soleiðis á ein av hesum, at tað bar til at finna fram til, hvør ið “átti” hann. Hetta vóru tvær møðgur, sum báðar doyði í 1888.
Tann eldra var Anna Elisabeth Nicolajdóttir, doypt í Havnar kirkju 13.11. 1816. Hon giftist 24. 10 1844 í Havn við Hans Petersen úr Nólsoy f. 14.10 1820. Hann var matrósur og gekk burtur í 1858.
Tey áttu trý børn:
A. Susanna Winther Petersen f. 1.1. 1845. Hon fekk navnið Winther, tí hon var fødd á vetri. Sama navn fingu hennara systkin, sum vóru fødd á sumri.
Hon giftist í 1868 við Samuel Frede­rik Rubeksen f. 1845, sonur Rubek Heinesen, gamla Rubekk. Sámal giftist inn í Smiðansstovu.
Tey bæði fingu fýra børn:
1. Bergitta Johanna Poulina f. 1868. Giftist í Danmark.
2. Hans,1871-1962. Giftist í 1900 í Havnar kirkju við Thominu Elisa­beth Hansinu Hansen, 1870-1961, av Toftum. Hon misti pápan, Tummas, og abban, Hanus við báti av Toftum stóra skaðadagin 30. apríl 1870, tá ið fleiri aðrir bátar eisini blivu burtur. Thomina var ikki fødd tá, og varð uppkallað eftir pápanum og abbanum
Børn teirra vóru:
a. Johan Marius Frits (1901-1966). Giftist við Christinu Sofíu Thom­sen úr Skopun f. 1900.
Hann sigldi við fyrsta Tjaldrinum og arbeiddi so í nógv ár hjá Balslev. Hann roykti eisini matvørur fyri Heina Kjøt.
b. Julia Maria fødd og deyð í 1903.
c. Sámal Sofus 1904-1976. Giftist við Agnas Olsen, f. 1904, av Toftum. Systir hennara, Elsa, doyði fyri kort­um, 103 ára gomul. Hon plagdi at vera í húsi hjá Agnas.
Áðrenn Sámal var liðugur við barnaskúlan fór hann til Keyp­manna­havnar at vera hjá fastrini Anne Sofie, sum var blivin einkja. Árið eftir kom hann heim aftur. Sámal var millum annað í Vágs­botnhandlinum, har hann umframt annað arbeiði lossaði lossijaktir.
Í 1933 fór hann at arbeiða í Ís­felagnum, sum Johan Evensen, Otto Bech og Hans í Funningsstovu stovn­aðu. Ísfelagið hevði frysti­goymslur fyri fólk, og var hetta tá eitt stórt framstig hjá fólki. Í 1947 fór hann at arbeiða hjá Wensel Pet­er­sen og var har, til hann gjørdist 70 ár.
Sámal hevði tónleik sum ítriv. Hann var í 1922 við til at stovna GHM. Sámal spældi á stóru­trummu.
3. Rubek Sofus, doyði sum ný­føðingur saman við tvíbura í 1877.
4. Anna Sofía Louisa f. 1881. Giftist fyrst við Rubek Nielsen, framvegis eitt kent navn, og síðan við Hans Vilhelm Simonsen, hand­ilsmann í Havn.
d. Poul Juul Rubeksen f. 1907. Hann fór ungur at sigla við Tjaldri­num. Hann fór í kokkalæru og fór so aftur við Tjaldrinum. Hann fór síðan við Mærsk og so aftur við Tjaldrinum. Poul Juul doyði 45 ára gamal í 1953, ógiftur.
e. Sofus Winther f. 1910. Doyði í uttanlandasigling í 1939. Fyrr umrøddur í hesi røð.
f. Thomas Hans 1913-1983. Giftist við Gudrun Djurhuus (1922-2010). Hon var bóndadóttir av Húsagarði, og stóð til garðin. Thomas Hans varð tískil kendur sum “hyrdin”.

B. Peter Winther Petersen f. 1848. Giftist við Malenu Susannu Sim­on­sen f. 1852 í Norðragøtu.
Tey fingu trý børn:
1. Anna Elisabeth Winther f. 1880. Hon giftist við Dánjal Hans Marius Arge f. 1878 á Argjum, sjó­maður. Tey fingu sjey børn.
2. Sigrid Poulina Winther, 1885-1900.
3. Hans Erik Winther, 1894-1899.

Smiðansstova
Caroline Heinesen, mamma William, skrivaði í sínum endurminingum eisini um Smiðansstovu:
Når man skule gå ud i Vågsbotn ad Bryggebakken, kom man først for­bi Smiensstue til venstre. Det var Hanus í Smiensstovas barn­doms­hjem. Der boede en gammel bedste­mor, lille og rund, så kom konen i huset, den hed Sanna, hun var som et forklædt mandfolk, robust og munden gik altid på hende – hendes stemme var så grov. [Hetta var vist Susanna, sum er á grav­­steininum].
Deres 3 børn var Gitte, som blev gift i København, Hanus [í Smið­insstovu] og Anna Sofia, som er gift med Vilhelm Simonsen. Hun er en dygtig kone. Der var en broder til Sanna, som hed Peter Winther, han var så rar. Han blev også gift og boede oppe i Husegård, der hvor Anton Arge nu bor. Hans kone var fra Gøte, de havde 2 døtre og en lille søn, som var Peters stolthed. Han var også sød. Så blev hans yngste datter syg og døde, hun var lige 14 år. Drengen blev også syg og Peter vågede over ham nat og dag, det tålte han vist ikke.
Min broder Martin brugte ham som et slags vækkeur. Martin havde ondt ved at vågne om morg­enen, så han havde et hul i vindues­karmen, hvorigennem han stak en sejlgarnssnor, bandt så snoren om den højre hånd, så stillede Peter Winther neden under vinduet og trak i snoren. Hånden blev på den måde løftet ½ alen fra sengen, så vågnede jo Martin, men sæt nu at Peter ikke havde været klar i hovedet, kunne Martin næsten have mistet hånden. Den ældste af Peters døtre er gift ude på Arge med en mand, der hedder Daniel, man kalder ham Bonden på Arge. Line, Sofus’ mor ude i Bø, er også en søster til Peter.
Petur Alberg skrivar eisini í síni dagbók um Petur Winther, og hvussu tað gekk á hann, tá ið son­urin doyði. Tað endaði við, at hann varð innlagdur á hospitalið.
C. Nicolaj f. 1852. Hann doyði longu árið eftir.
D. Nicolina Winther, f. 1854. Helst uppkallað eftir deyða beiggjanum. Giftist við Johan Marius Jacobsen f. 1857 í Kaldbak. Hann var skipari og druknaði í 1900.
Hann var saman við einum øðrum manni farin inn á Strendur við vøru við einum deksbáti hjá Jens Olsen, keypmanni.
Komin inn á Strendur mátti farast í land við einari jollu, men á veg umborð aftur datt Johan Marius úr jolluni, og hann fekst ikki aftur.
Nakrar dagar seinni komu strand­­ing­ar til Havnar við líkinum, sum var komið aftur í aftur.
Tey áttu trý børn. Umrøddi Sofus var eitt teirra. Hann var annar teirra sum bjargaðist við Puritan í 1920.

--

Komandi partur
Í komandi parti verður greitt frá Henry Young og øðrum fiskimonnum úr Grimsby á Svínaryggi.