Smidlig fyrisiting

Íverksetan: Fyrisitingarligu byrðarnar skulu gerast lættari hjá íverksetarum. Tænastur, sum hava týdning í hesum sambandi, skulu savnast á einum staði, íverksetaraportalur skal setast á stovn, og alnetið skal eisini lætta um byrðarnar hjá íverksetarum.
Strategibólkurin mælir eisini til, at trotabúsviðgerðin verður skjótari.
Neyðugt verður við meira samskipaðari marknaðarføring av føroyskum vørum og tænastum uttanlands.
Líka so neyðugt, sum tað er at skapa karmar við at gera lógir, kunngerðir og skipanir, er tað umráðandi, at landsins stovnar umsita hesar fyriskipanir væl og smidliga.