Nýggi hygieinusjúkrarøktarfrøðingurin á Landssjúkrahúsinum eitur William Smith. Starvið er púra nýtt í Føroyum. William er settur, tí at hann millum annað skal vera við til at fyribyrgja, at smittandi sjúkur breiða seg millum sjúklingar og starvsfólk.
- Hetta hevur einki við reingerðing at gera. Landssjúkrahúsið er helst tað reinasta, eg nakrantíð havi sæð, men at vaska upp og niður og hygieina er als ikki tað sama, segði William við Sosialin, tá ið vit hittu hann í móttøkuni á Landssjúkrahúsinum fríggjadagin. William var júst liðugur við eina rundvísing. Hetta var fyrsti arbeiðsdagur hjá honum, og hann tóktist at vera væl nøgdur við umstøðurnar.
Kend familja
William er av kendari ætt. Pápi hansara, sum eisini æt William Smith, var listarmaður. William hevur 10 systkin og er millum annað bróður at John Smith, sála. Tey flestu fáast nógv við list, men William vil tó ikki gera so nógv burturúr sær sjálvum.
- Eg veit ikki, um tú skalt kalla tað fyri list. Eg máli bara eitt sindur av og á.
William er uppvaksin í Trongisvági. Tá ið hann gjørdist liðugur í realskúlanum, fór hann til skips og sigldi nakrar fáar túrar. Hann fór niður at útbúgva seg sum 20 ára gamal. Tað skuldi vísa seg, at hann var verandi uttanlands og kom ikki heim aftur at búgva fyrr enn nú - 41 ár eftir at hann fór av landinum.
Slóðbrótari innan hygieinu
William lærdi til sjúkrarøktarfrøðing í Danmark og gjørdist har forlovaður og giftist við danskari kvinnu. Sostatt var hann verandi í Danmark. William hevur tó altíð hildið sambandið við líka, og hann hevur javnan ferðast í Føroyum.
- Eg havi hildið samband við vinirnar og hava sent nógvar teldupostar, sigur William, sum enn tosar flótandi føroyskt við eyðkenda tónalagnum hjá einum suðuroyingi.
William tók serútbúgving innan hygieini í Danmark. Hann hevur nógvar starvsroyndir úr Danmark og øðrum londum. Hann hevur verið slóðbrótari innan økið á ymsum sjúkrahúsum í Danmark. Hetta er nú ein føst grein í sjúkrahúsum í Danmark, og til dømis eru nú fleiri fólk, sum arbeiða innan hygieni í Norðurjútlandi, har hann seinast starvaðist sum hygieinurøktarfrøðingur.
Til Miðeystur
Í 1990 fór William til Miðeystur at arbeiða. Hann og konan fóru saman við einum øðrum pari til Oman á eitt sjúkrahús, sum tey bygdu upp av nýggjum. Har arbeiddi hann eisini sum hygieinurøktarfrøðingur. Ætlanin var at vera har í 2 ár, men hann varð búsitandi í Oman í 5 ár.
- Eg helt tað vera eina spennandi avbjóðing at fara til Miðeystur. Vit fýra kendust áðrenn, og vit valdu at royna hetta her. Tað var ein spennandi uppliving at fáa møguleikan at byggja hygieinuskipanina upp frá grundini, sigur William.
Eftir hetta fór William aftur til Danmarkar. Har var hann við til at upbyggja eitt hygieinurøktartoymið á einum sjúkrahúsi í Norðurjútlandi.
-Vit fingu hug at fara heim aftur, og eg fekk starv í Aalborg. Har var eg einsamallur hygieinurøktarfrøðingur. Mítt mál var tá at fáa seks hygieinurøktarfrøðingar, og tað hava tey í dag á sjúkrahúsinum í Aalborg, sigur William.
Uppgávan hjá William í Føroyum verður at skipa fyri, at hygieinan er nóg góð. Hann skal halda samband við starvsfólkini og vegleiða tey, til tess at tey kunnu handfara sjúkur og infektiónir rætt.
- Hygieina hevur einki við reinføri at gera. Nógv halda, at eg skal standa fyri reingerðingini, men soleiðis er ikki. At arbeiða sum hygieinurøktarfrøðingur merkir at ansa eftir, at sjúkur ikki verða bornar víðari, sigur William.
Vendir heimaftur
Orsøkin til at William valdi at koma aftur til Føroyar var sjálvandi tengd at, at hann fekk bjóðað hetta starvið. Men har vóru eisini persónligar orsøkir.
- Eg havi altíð ætlað mær at komið aftur einaferð. Tað er sjálvandi torført at koma aftur eftir so nógv ár. Ein kennir seg sum føroying, men spurningurin er, um ein er tað. Eg eri kanska meira "danskur" í hugsunarhátti og verumáta. Eg rokni við, at tað verður ein mentunnarskelkur hjá mær at búgva í Føroyum aftur, sigur William, sum enn hevur nógv vinnfólk í Føroyum.
- Vit systkini hava eitt sera gott samband, og vit hittast ofta. Eg havi eisini nógvar vinir her, so tað verður eingin trupulleiki. Tað er eisini lættari hjá mær at flyta upp, nú eg einans havi meg sjálvan at hugsa um, sigur William.
Venur nógv
William hevur eina ríka frítíð við nógvum áhugamálum. Umframt at mála, venur hann nógv. Tað sæst eisini beinanvegin á honum, at hann er væl fyri likamliga.
- Eg venji javnan. Hetta geri eg í venjingarmiðstøðum umleið annan hvønn dag, sigur dámligi suðuroyingurin.
Spennandi verður at síggja, hvussu William fer at handfara nýggja uppgávuna, honum er litið í hendi. Hann er í hvørt fall vanur at byggja eina hygieinuskipan upp, so kanska tað verða fleiri hygieinusjúkrarøktarfrøðingar um nøkur ár.
- Fyrsta tíðin fer at ganga við, at eg seti meg inn í skipanina. Eg skal jú eisini finna meg til rættis her í Føroyum aftur, sigur William Smith at enda.