Smitta umborð á russiskum trolara

- Støðan er undir eftirliti, sigur borgarstjórin í Tromsø, Gunnar Wilhelmsen.

 

 

Tað er korona-smitta umborð á einum russiskum trolara í Tromsø, men sambært borgarstjóranum í býnum, Gunnar Wilhelmsen, er støðan undir eftirliti.

- Talið av nýggjum smittaðum í Trømsø í gjár var 16, harav øll tey smittaðu vóru umborð á russiska trolaranum, sigur kommunulæknin, Kathrine Kristoffersen.

Sambært norskum miðlum í dag er eingin nýggjur smittutilburður staðfestur millum fólk í býnum seinasta samdøgnið, og tað er fyrstu ferð síðan í endanum av oktober.

Norskar heimasíður skriva, at 42 fólk eru umborð á russiska skipinum - Aquamarine - í Tromsø. Manningin er sett í sóttarhald, og onkur er endaður á koronamiðstøðini í Tromsø.