Í gjár vóru 180 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Øll tey smittaðu hava fingið boð.
2.394 kanningar vóru gjørdar seinasta samdøgrið. Í løtuni eru 549 smittað og tvey eru innløgd við koronu í Føroyum.
Tað merkir, at smittutrýstið í gjár var 7,5 prosent, sum er tað mesta higartil.
Tað merkir eisini, at vit nú eru við reyða ferðsluljósið hjá Landsstýrinum frá 13. november, tí seinastu vikuna eru í miðal 78 fólk smittað um dagin. Markið fyri at koma til reyða feltið var 75 um dagin.
##med2##
(Tá in.fo í dag skrivaði, at smittutalið lá millum 300 og 400, so var tað ikki rætt, umberið okkum vinaliga mistakið. Tó at talið er metstórt, so var tað tó ikki so stórt.)