Tá minni enn ein vika var eftir til stóru barna- og ungdómskonsertina við B-Boys, sum skuldi verða í Norðurlandahúsinum leygardagin, vóru so fá atgongumerki seld, at fyriskipararnir ikki vágaðu annað, enn at útseta tiltakið.
Og týsmorgunin mátti Mark Joensen tungu leiðina til telefonina at ringja niður til Danmarkar við avboðum til B-Boys.
Alt ov fá atgongumerki vóru seld, og tey bæði systkini, Angela og Mark, sóu onga aðra loysn, enn at avlýsa tiltakið fyribils.
Men tað vildi Danmarks Radio, sum stendur fyri føroyaferðini hjá bólkinum, ikki hoyra talan um. Tey vildu gera ferðina til Føroya ókeypis, vóru boðini, Mark Joensen fekk úr Danmark.
DR1 er nevniliga í ferð við at marknaðarføra B-Boys í Danmark, og tað vildi ikki sæð gott út, um ferðin mátti avlýsast orsaka av ov lítlum áhuga.
Harafturat hevur DR skipað fyri kapping millum ung í Danmark, um eina ferð saman við ungdómsbólkinum til Føroya.
SMS tók um endan
Angela Petersen og Mark Joensen eru væl kend í undirhaldsídnaðinum. Hvør í sínum lagi eru tey von at leggja til rættis tiltøk og konsertir.
At fyrireika slík tiltøk plagar at ganga sum eftir ánni hjá teimum báðum.
Tey fingu tí sum vátan vøtt, tá tey fóru undir at fyrireika stuðulskonsert, til frama fyri buss til búfólki á Eirargarði 16 A.
"Tíverri, tað er so langt útligið, at vit hava ikki pláss fyri útreiðlsum av slíkum slagi nú!"
Hetta var afturvendandi svarið, ið Angela fekk, tá hon eftir at hava sent bræv út til fyritøkur og virkir, ringdi runt at fáa fíggjarligan stuðul.
Mark Joensen hevur sjálvur í sínari tíð rikið eina fyritøku og sigur, at hann skilir væl støðuna hjá fyritøkunum.
Men Angela er sera vónsvikin og heldur, at vantandi áhugin at stuðla, kemst av, at forstáilsi fyri teimum menningartarnaðu er so lítið.
Av tí, at so fá vildu lata pening til stuðulskonsertina, var neyðugt hjá Angelu og Mark at selja atgongumerkini fyri heilar 225 krónur, skuldi konsertin yvirhøvur bera seg.
Tey gjørdu av at royna kortini, nú tey høvdu fingið fatur á kenda bólkinum úr Danmark, men týsmorgunin máttu tey ásanna, at tað fór slett ikki at ganga.
Nógv bíligari atgongumerki
Mark sigur, at høgi prísurin á atgongumerkjunum er orsøkin til, at so fá atgongumerki vórðu seld.
Nú SMS letur Torgið ókeypis, og dreingirnir í B-Boys heldur ikki vilja hava pening fyri at syngja, fer prísurin á atgongumerkjum niður í 80 krónur.
Atgongumerkini eru at fáa í Kunningarstovuni í Havn, í Trý?aranum í SMS og við dyrnar ein tíma undan konsertini.
Føroysku børnini, ið luttaka á konsertini eru, Elin Løkin úr Saltangará, Birgit Sivertsen úr Klaksvík, Konni Kass úr Hoyvík og Sólfríð Bech av Tvøroyri.
Hepna gentan, sum vann ferðina við B-Boys til Føroya er 13 ára gomul og eitur Amalia.