SMS fer á HB-búnan

<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Tey bæði seinastu árini hevur tað verið Føroya Bjór, sum hevur verið høvuðsstuðulin hjá HB, men hetta tykist nú at vera søga.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$                 SMS sendi hóskvøldið út tíðindaskriv, har sagt verður, at teir fara at skriva undir sponsorsáttmála fríggjadagin seinnapartin, beint áðrenn stóri vinningurin á lutaseðlunum hjá HB-stuðlum verður drigin.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$                 Tað stendur ikki í tíðindaskrivinum, men tað ljóðar fyri vist, at talan verður um sponsorsáttmála, sum ger SMS til høvuðsstuðul hjá HB tey bæði komandi kappingarárini.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$                 Hetta er ein leiklutur, sum SMS ongantíð áður hevur havt í ítróttarhøpi. Áður hevur Miklagarður verið millum sponsorarnar hjá onkrum felagi, og seinasta árið hevur Sunset gjørt nógv um seg sum stuðul í kvinnuhondbólti, men hetta verður so fyrsta ferðin, at SMS sjálvt verður høvuðsstuðul hjá ítróttarfelag.