Kvinnurnar hjá H71 eru nú fimm stig fremst í SMS-deildini aftaná 30-20 sigur á VB suðuri í Vági.
Í steðginum vóru hoyvíkskvinnur á odda 14-8. Jana Mittún, Brynhild Pálsdóttir og Maria H. Weyhe gingu á odda við málskjótiningi sum vant.
Sunnudagin klokkan 14 verður grannauppgerð millum Kyndil og Neistan, ið liggja ávikavist seks og fimm stig aftanfyri H71.
Sunnudagin klokkan 15 spæla Stjørnan og StÍF ein sera týðandi dyst um fjórða plássið í deildini. FM1 sigur beinleiðis frá tí dystinum.
VB-H71 20-30 (8-14)
Málskjúttar VB: Gurið K. Augustinussen 6, Tórun Vilhelm 5, Una Nolsøe 2, Bára K. Mortensen 2, Durita K. Hjelm 2, Vár Brattalíð 2, Rannvá Johanessen 1.
Málskjúttar H71: Jana Mittún 7, Maria H. Weyhe 5, Brynhild Pálsdóttir 5, Lív B. Zachariassen 3, Sára Jacobsen 3, Inga Maria Joensen 2, Bjørk Brimnes 2, Elsa Egholm 1, Lukka Arge 1, Guðrið á Borg 1.
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
H71 | 11 | 338 | 263 | 75 | 21 |
NEISTIN | 11 | 294 | 242 | 52 | 16 |
KYNDIL | 10 | 289 | 230 | 59 | 15 |
STJØRNAN | 11 | 335 | 267 | 68 | 12 |
STÍF | 11 | 268 | 262 | 6 | 8 |
VB | 12 | 248 | 366 | -118 | 2 |
EB | 10 | 184 | 326 | -142 | 2 |