SMS: H71 vann stórsigur á StÍF

H71 er aftur fremst í SMS-deildini

Ein dystur er í kvøld leiktur í SMS-deildini.

 

Í høllini á Skála vann H71 stórsigur 38-16 á StÍF. Í steðginum var støðan 17-5 til hoyvíkskvinnur.

 

Arnfríð Jacobsen var við fimm málum toppskjútti hjá StÍF. Toppskjútti hjá H71 við 10 málum var Sára Berg á Lag. 

 

Við sigrinum er H71 fremst í SMS-deildini við 27 stigum. Tær eru eitt stig frammanfyri Kyndil, ið tó hevur spælt tveir dystir færri.

 

Fríggjakvøldið klokkan 18.30 spælir Kyndil móti VB í Vágshøll, og tá kunnu tær taka oddasessin aftur. 

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum millum StÍF og H71, umframt støðuna í deildini:

 

##med2##

 

##med3##