Fult umfar var leikt í SMS-deildini í dag.
Í høllini í Vestmanna mistu verandi meistararnir fyrsta stigið hetta kappingarárið. Dysturin millum VÍF og Kyndil endaði við javnleiki 30-30. Í steðginum var Kyndil á odda 16-15.
Tá færri enn fýra minuttir vóru eftir var VÍF á odda 30-28, men við tveimum málum upp á brotskøst tryggjaði Bára Krossteig Hansen Kyndli eitt stig.
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen var við átta málum toppskjútti hjá VÍF. Bára Krossteig Hansen var við níggju málum toppskjútti hjá Kyndli.
Í høllini á Hálsi í Havn vann Neistin stórsigur 37-21 á Stjørnuni. Í steðginum vóru neistakvinnur greitt á odda 18-6.
Silja Olivia Heðinsdóttir var við níggju málum toppskjútti hjá Neistanum. Við átta málum var Durita Karlsdóttir Ljósstein toppskjútti hjá Stjørnuni.
Suðuri í Vági fekk VB fyrsta sigurin, og fyrstu stigini til høldar hetta kappingarárið. VB vann 32-28 á EB. Í steðginum vóru vágskvinnur á odda 15-13.
Agatha Kjærbæk Djurhuus var toppskjútti hjá VB, og Tanja Kristiansen var toppskjútti hjá EB. Tær skutu 10 mál hvør.
Í Hoyvíkshøllini vann H71 ein trivaligan 36-27 sigur á StÍF. Í steðginum vóru hoyvíkskvinnur á odda 18-14.
Maria H. Weyhe var við 10 málum toppskjútti hjá H71. Við níggju málum var Malene Madsen toppskjútti hjá StÍF.
Kyndil er fremst í deildini við 15 stigum, og VÍF er næstfremst við 13 stigum. Neistin og H71 hava 12 stig hvør. Stjørnan hevur átta stig á fimta plássinum, og EB hevur fýra stig á sætta plássinum. VB og StÍF hava bæði tvey stig.
SMS-deildin fer nú í HM-frí. 7. desember verður dystur í høllini á Hálsi millum Neistan og VB.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðlarnar frá dagsins dystum í SMS-deildini:
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##















