Tveir dystir vóru leiktir í SMS-deildini í dag.
Í høllini á Skála vann Neistin stórsigur 34-20 á StÍF. Í steðginum var Neistin á odda 16-7.
Í høllini í Vestmanna vann Kyndil 26-21 á VÍF. Í steðginum var Kyndil á odda 13-11.
Enn er sera opið stríð um hvør endar á øðrum plássinum, ið gevur beinleiðis atgongd til FM-hálvfinalurnar.
Komandi mikukvøld klokkan 18 spæla Neistin og Stjørnan ein sera avgerandi dyst í hesum stríðnum í høllini á Hálsi í Havn.