Skulu vit taka søluna í Føroya størstu matvørusamtøku sum barometur fyri keypiorkuna hjá føroyskum brúkarum, so hevur hon ligið sera støðug tey seinastu fimm árini.
Business Line skrivar, at hóast bruttoavlopið hjá SMS vaks við trimum milliónum, gjørdist avlopið niðast á botnlinjuni júst tað sama sum undanfarna ár, slakar fimm milliónir krónur eftir skatt.
Sølan hjá P/F SMS var í fjør slakar 336 milliónir krónur, ið er sera átøk við gongdina tey seinnu árini. Seinastu fimm árini hevur sølan ligið millum 333 og 337 milliónir krónur. Avlopið niðast á botnlinjuni hevur øll árini ligið um 5 milliónir krónur, svarandi til 1,5 prosent av søluni.
P/F SMS rekur og eigur 10 matvøruhandlar: Seks Bonushandlar og Miklagarð í SMS. Herumframt eigur felagið tríggjar Mylnur og hevur egið bakarí. Felagið leigar sølumiðstøðina frá P/F Fastogn og framleigar handilshølir til handlarnar í SMS.
Eginpeningurin hjá P/F SMS var við árslok góðar 49 milliónir krónur.
Samlaða starvsfólkatalið var í fjør umleið 260.
Sí vinnuskránna hjá P/F SMS her