Ein dystur er seinnapartin leiktur suðuri í Vágshøll, har VB tók ímóti Stjørnuni.
Stjørnan vann stórsigur 35-24. Í steðginum vóru klaksvíkskvinnur á odda 17-11.
Angela Sigga Birgisdóttir var við seks málum toppskjútti hjá VB. Iuliia Nalivko var við átta málum toppskjútti hjá Stjørnuni.
Kyndil er fremst í deildini við 12 stigum. VÍF og Neistin hava 10 stig hvør, og H71 hevur átta stig. Stjørnan hevur seks stig á fimta plássinum. EB hevur fýra stig, StÍF hevur tvey stig, og VB er aftast í deildini við ongum stigi.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum millum VB og Stjørnuna:
##med2##












