SMS: VÍF vann greitt á VB í Vestmanna

EB hevur fyrimunin móti VB í kapprenningini um at røkka seinasta FM-fjórðingsfinaluplássinum

Fríða Nolsøe Olsen var toppskjútti hjá VÍF við 10 málum

VB sum er í harðari kapprenning við EB um at røkka sætta plássinum í SMS-deildini, og harvið seinasta FM-fjórðingsfinaluplássinum var fyri einum bakkasti í dag.

 

Á útivølli í høllini í Vestmanna tapti vágskvinnur stórt 24-37 fyri VÍF, ið var á odda 20-9 í steðginum.

 

Fríða Nolsøe Olsen var við 10 málum toppskjútti hjá VÍF. Carmen Luiza Silva var við sjey málum toppskjútti hjá VB.

 

EB hevur 10 stig á sætta plássinum, meðan VB hevur átta stig. Nú hevur VB brúk fyri, at VÍF komandi fríggjakvøld vinnur á EB í Vestmanna. Samstundis má VB vinna á Stjørnuni í Vágshøll, sunnudagin 29. mars.

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum í Vestmanna, umframt støðuna í deildini:

 

##med2##

 

##med3##

 

 

 

Fríða Nolsøe Olsen var toppskjútti hjá VÍF við 10 málum