Tá Norrøna kom á Seyðisfjørðin í morgun, komu íslendsku tollararnir fram á ymsar rúsandi drykkjuvørur og niðursjóðaðar pylsur í týskum bussum, sum komu við ferðafólki.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at tollararnir hava funnið slíkt í týskum bussum, sum førararnir royna at fáa við í land við tí fyri eyga at selja tað í bussunum.
Í summum førum hava tollararnir latið bussførararnar fáa pylsurnar og drykkjuvørurnar við sær, tá teir fara avstaðaftur, men nú hevur tollvaldið gjørt av at leggja hald á vørurnar, sigur íslendska ríkisútvarpið.
660 ferðafólk og 99 akfør vóru við Norrønu til Íslands hendan túrin.