Løgreglan í Íslandi hevur tikið fýra mans fyri at hava smuglað rúsevni við Norrønu hósdagin. Tað vóru fýra útlendingar, sum høvdu smuglað amfetaminlút í einum bili. Íslendska kringvarpið, Ruv, sigur, at talan var um tveir litrar, ella kanska minni, men tað var nóg mikið til at gera eini 15-30 kilo av amfetamini burtur úr.
Teir fýra menninir eru nú varðhaldsfongslaðir í tvær vikur ímeðan løgreglan kannar málið. Løgreglan hevði illgruna til bilin og fylgdi við honum av Seyðisfirði og í gjár vórðu menninir so handtiknir við eitt bilhús í Reykjavík, har teir høvdu sett bilin. Tá ið bilurin so varð tikin sundur, vórðu rúsevnini funnin