Ta tíðina, hon var í Føroyum, kom hon at kenna Ásmund, og gingu tey í hjúnarlag fyri fimmti árum síðan.
Ásmundur er næstur av einum sysknaflokki upp á 13 syskin, sonur Thomas Jacob Thomsen úr Blásastovu í Norðragøtu og Magdalenu Gregersen úr Syðrugøtu.
Tey høvdu handils- og reiðaravirksemi í Norðragøtu.
Ásmundur hevur tikið útbúgving á Landsbrúksskúla í Hvannoyri, Íslandi og síðan útbúgving sum konstruktørur, har hann arbeiddi hjá deildini hjá Landsverkfrøðinginum á Lambareiði til hann fór frá 70 ára gamal.
Rigmor hevur røkt starvið sum økissjúkrasystir í Gøtu, og har um leiðir til hon fór frá fyri aldur.
Ásmundur tekst m. a. við at skriva, og kennast fleiri við hansara meiningar um eldrapolitikk í blaðgreinum
Rigmor er somleiðis aktiv á eldrarøkinum og skipar fyri m. a. fyri áhugtiltøkum millum eldri. Ein kend bygdamynd!