Smyril fer aftur at sigla við trimum motorum. Tað merkir, at smærri broytingar verða gjørdar í ferðaætlanini.
Strandferðslan boðar frá, at ferðaætlanin við trimum motorum byrjar hósmorgunin 5. juli klokkan 06:00.
Broytingar við ferðaætlanini hjá Smyrli hava síðan 26. mai staðist av yvirháling av motorunum umborð. Vanliga ferðaætlanin byrjar aftur 26. juli.
Dagførda ferðaætlanin millum Tvøroyri og Tórshavn sæst her.