Fyri at veita kundunum betri tænastu hevur Smyril Blue Water, í samstarvi við Smyril Line, leigað RO/RO skipið ?Hansaland? til at sigla millum Hanstholm og Tórshavn Smyril Blue Water varð stovnað 1. apríl 2005 sum eitt ?joint venture? millum P/F Smyril Line og Blue Water bólkin. Smyril Blue Water veitir flutning til og úr Danmark, Noregi, Føroyum og Íslandi, sjóvegis og luftvegis. Vanligur farmur, byggitilfar, nýggir bilar o.a. verður flutt frá Smyril Blue Water í Danmark til Føroyar og Íslands. Harav er tað mest fiskaflutningur, sum verður fluttur úr Íslandi og Føroyum til Noreg og Danmark.
Sum tað einasta flutningsfelagið yvir Atlantshavið við RO/RO (Roll on ? Roll off) skipanini, hevur Smyril Blue Water eina serstaka flutningsskipan, har farmurin verður koyrdur beinleiðis frá veitaranum til rætta viðkomandi ella gjøgnum ein av okkara umskipingarstøðum.
Fyri at veita kundunum eina enn betri tænastu hevur Smyril Blue Water, í samstarv við Smyril Line, leigað RO/RO skipið ?Hansaland?, sum er eitt systurskip hjá ?Hoburgen?, ið varð leigað síðsta summar. ?Hansaland? fer at sigla Hanstholm-Tórshavn-Hanstholm frá hálvum mai og ætlandi til og við september. ?Hansaland? tekur upp til 90 eindir.
Hetta førir við sær, at Smyril Blue Water fer at hava tvær fráferðir/komur um vikuna millum Danmark og Føroyar. ?Hansaland? fer úr Hanstholm fríggjadagar og úr Tórshavn sunnudagar og mikudagar. ?Norrøna? fylgir síni vanligu siglingarætlan fyri lág-mið-og háárstíð.
Fyrsti túrur hjá hjá ?Hansaland? verður úr Hanstholm leygardagin tann 23. mai, verður sagt í tíðindaskrivi.