Smyril broytir sigling í dag – og avlýsir ein túr

Tað er nógvur vindur eystaneftir og tí er ólag komið á siglingina

Myndina tók John Martin Olsen

Alla hesa vikuna fer hann at liggja við nógvum vindi eystaneftir har hann verður yvir 20 metrar um sekundið í hvirlunum, og upp ímóti 30 metrum.

 

Tað eru ring líkindi at sigla ímillum Suðuroynna og Havnina og longu í gjár ávaraði Strandferðslan um, at ólag kann koma á siglingingina hjá Smyrli.

 

Og í dag er tað so veruleiki. Smyril hevur siglt vestan fyri Sandoynna í morgun, og tað ger túrin næstan ein hálva tíma longri enn vanligt.

 

Tí lukkaðist hann ikki av Havnini klokkan 8.45, sum hann skuldi, men hann fer nú, klokkan 9.10.

 

Hann siglur norður aftur klokkan 11.30 eftir ferðaætlanini, men so verður ikki siglt meiri seinnapartin.

 

Tað merkir, at túrarnir av Havnini klokkan 16, og av Krambatanga klokkan 18.45 verða ikki sigldir fyri veður.

 

Men so verður siglt aftur av Havnini klokkan 21.15 eftir ferðaætlanini.  Men sum veðurforsøgnin er, skulu vit vænta fleiri broytingar hesar næstu dagarnar.

 

Myndina tók John Martin Olsen