Tænasta
Ætlanin er at hækka tænastustøðið umborð strandfaraskipinum Smyrli og at geva teimum ferðandi fleiri tilboð, meðan tey eru umborð á skipinum.
Tað hevur SL gjørt av við at seta tveir tænastuleiðarar í starv, sum skulu skiftast um at vera umborð á farleiðini millum Havnina og Tvøroyri, eina viku í senn.
Tað eydnaðist ikki Sosialinum at fáa fatur á stjóranum á Strandfaraskipum Landsins, Kristiani Davidsen, ei heldur deildarleiðaranum, Heina á Borg, fyrrapartin.
Royndir í leikum
Men Regin Vágadal, sum eisini starvast hjá SL, váttar, at stovnurin hevur gjørt av at seta tveir tænastuleiðarar umborð á Smyrli.
- Uppgávan hjá leiðarunum verður í fyrsta lagi at hækka tænastustøðið umborð og at menna tilboðini til tey ferandi, sigur Regin, sum annars vísir til Heina á Borg, deildarleiðara á SL.
Tænastuleiðararnir umborð á Smyrli verða frá 1. september suðuroyingarnir, Ólavur Hovsgarð og Petur Hentze.
Teir hava báðir siglt við Norrønu, og Petur hevur eisini rikið hotell-virksemið í Øravík.
Ólavur Hovsgarð sigldi í fleiri ár við Norrønu, og hann var eisini skipari umborð, tá ið Norrøna fyrstu ferð bar við land á Havnarvág.
Hetta kostaði honum starvið sum skipari hjá felagnum.
Økt tænasta
Regin Vágadal sigur, at tænastuleiðararnir skulu taka sær av at skipa tað, sum rópt verður "katering", umborð á Smyrli.
- Teir fara at hava ábyrgdina av, at skipið er reint og nossligt, tá ið fólk koma, at tænastan er í lagi, og eisini koma teir at taka sær av innkeypi.
Hann sigur, at skipið at kalla verður býtt upp í tvey, soleiðis at skipsmanningin er ein partur, og ferðafólkini og tænastuvirksemið ein annar.
- Tænastuleiðararnir koma soleiðis í fyrsta lagi at taka sær av tí partinum, sum hevur verið við ferðafólkini og tænastuna umborð at gera, sigur Regin Vágadal.
Spurdur, um nýggju størvini hava nakað við hálva skeinkiloyvi, sum SL hevur fingið umborð á Smyrli, at gera, sigur Regin, at tað hava tey ikki.
- Avgjørt var at skipa hesi størvini, áðrenn vit fingu hálva skeinkiloyvi, sigur hann.
Einki barrvirksemi
Regin sigur, at sjálvandi verða tænastuleiðararnir við til at tilrættaleggja, hvussu skeinking av víni og øli skal fara fram umborð á Smyrli.
- Men talan verður ikki um nakað barrvirksemið umborð á Smyrli. Vit fara ikki at skeinkja í eyst og vest, sum hann tekur til.
Regin Vágadal sigur, at hálva skeinkiloyvi fer at vera brúkt til skeinking saman við mati, men hann dugir í løtuni ikki at siga, nær skeinking umborð á Smyrli verður veruleiki.