Í sambandi við dystin um Løgmanssteypið millum KÍ og Víking í Tórshavn hin 27. august ger Smyril eykatúr úr Klaksvík til dystin og norður aftur eftir dystin.
Tað boðar Strandferðslan frá beint nú.
Tað er Klaksvíkar Kommuna sum hevur fingið flutningin í lag saman við Strandferðsluni.
Annas var Tvøroyrar Býráð ímóti ætlanini, um so var, at avleiðingin var, at tað fór at ávirka vanligu ferðaætlanina ímillum Havnina og Suðuroy.
Men Strandferðslan sigur, at eykatúrurin ávirkar ikki suðuroyarsiglingina annað enn, at onkrir túrar verða fluttir nakað leygardagin og sunnumorgunin.
Hinvegin er finalan framskundað, so at hon nú verður klokkan 18 ístaðin fyri klokkan 19.45, sum ætlað, sigur KvF.
Størsta broytingin í ferðaætlanini verður, at Smyril siglur ikki av Havnini til Suðuroyarkvøldið klokkan 21.15 sum vanligt. Ístaðin verður fyrsta fráferðin sunnumorgunin úr Havnini klokkan sjey, og so verða túrarnir sunnudagin eitt sindur fiorskotnir.
Men Strandferðslan sigur eisini, at talið á ferðaseðlum er avmarkað, og at teir verða seldir í forsølu.