Smyril Line hevur keypt systurskipini Cometa og Tananger. Tey bæði farmaskipini eru skrásett íFAS og eita nú Eystnes og Hvítanes.
Skipini eru 102 metrar long, 4.600 bruttotons og hava 3.900 hestakreftir Man maskinur. Manningin verður føroysk og viðskipunum verða eini 32 mans.
Tað var í 1. januar í ár, at Smyril Line tók seg úr samstarvinum við danska felagið Blue Water og stovnaði sítt egna Smyril Line Cargo. Felagið skrivar í tíðindaskrivi, at til tíðir hava ikki verið nøktandi møguleikar at føra farm við Norrønu, og er tað orsaka av hesum, at Smyril Line nú hevur keypt hesi bæði nýggju farmaskipini.
Skipini fara væntandi at vera í sigling um hálvan oktobur, men longu seinni í hesi vikuni siglir Eystnes ein túr fyri at hjálpa Norrønu at flyta farm.
- Keypiðav Eystnesi og Hvítanesi, er enn ein liður íat víðka og menna um virksemi hjáSmyril Line, skrivar felagið í tíðindaskrivi.
Samlaða starvsfólkataliðíSmyril Line verður viðnýggju íløguni umleið300 fólk. Tey starvast áskrivstovunum hjáSmyril Line íFøroyum, Íslandi, Danmark og Týsklandi, viðNorrønu, Eystnesi og Hvítanesi og áHotel Skálavík.