Smyril má aftur avlýsa sigling fyri veður

Vit vila heldur avlýsa tíggju túrar ov nógv enn ein túr ov lítið, sigur skiparin

Tað verður aftur nógvur vindur og tað hevur longu fingið Strandferðsluna at avlýsa tveir túrar hjá Smyrli.

Tað merkir, at Smyril siglur ikki til Havnar klokkan 21 í kvøld og suður aftur klokkan sjey í morgin ári.

Erland Mørkøra, skipari á Smyrli, sigur, at tað er serliga í morgin ári at tað verður nógvur vindur av útsynningi og vestri, kanska upp í 30 metrar um sekundið.

Tí hevur hann gjørt av, at liggja í Suðuroy í nátt, soleiðis at ein túrur kann vera úr Suðuroy fyrrapartin. Skal Smyril liggja í Havn, verður eingin fráferð úr Suðuroy fyrr enn út á seinnapartin, sigur hann.

Tá ið Smyril avlýsir tveir túrar, er tað ikki fyri sjálva siglingina.

Men skiparin sigur, at tá ið tað er nógvur vindur vestan eftir, er tað ringt at manøvrera inni í Tórshavnar Havn, so ikki fyri at taka nøkur óráð fyri, hevur hann gjørt av at avlýsa siglingina, tá ið veðrið er soleiðis.

Í dag verður hann sunnan tað mesta av degnum, men so fer hann vestur um seinni í útsynning og upp í vestan. Tað verður serliga tíðliga í morgin at tað verður nógvur vindur, men so tekur hann av aftur út á fyrrapartin.

Tískil hevur hann tikið støðu til at avlýsa tveir túrar hjá Smyrli. Hann sigur, at tað má ikki henda, at Smyril fær ein skrúvuskaða, ein róðurskaða, ella ein annan skaða, tí hendir tað, eru suðuroyingar illa farnir, tí so er einki ferðasamband í fleiri vikur.

– Eg vil heldur avlýsa tíggju túrar ov nógv enn enn ov lítið, sigur skiparin.

Hann vil eisini heldur avlýsa í góðari tí, soleiðis at ferðafólk altíð hava ein túr at leypa upp á, so fólk kunnu fara norður seinnapartin í dag.

– Suðuroyarsiglingin kann ikki samanberast við aðra sigling, tí tað er so langt ímillum túrarnar, sigur Erland Mørkøre