Smyril slapp ikki at í Havn í morgun fyri og mátti tískil bíða í einar 20 minuttir uttanfyri molan Táið Smyril kom úr Suðuroy í morgun og skuldi leggja at í Havnini, var so nógvur vindur, at hann fekk ikki lagt at beinanvegin.
Tað fekk ferðafólkið kunning um í hátalarunum.
Hann lá tískil uttanfyri Molan í Havnini og bíðaði, men bíðitíðin var ikki so long, tí tað gingu einir 20 minuttir, áðrenn vindurin var minkaður so frægt, at tað var ráðiligt at leggja at.
Havnarskrivstovan sigur, at vindurin var upp í 24 metrar um sekundið av vestri í einum grovum kavaæli, men tá ið ælið var av, minkaði vindurin eisini skjótt og tá eydnaðist Smyrli at leggja at