Smyril stinkar

Ferðafólk, sum gjáramorgunin skuldu av Drelnesi til Havnar við Smyrli, fingu vaml beinanvegin tey komu umborð. Skipið siglir nevniliga við vikugomlum fiskaslógvi hvønn týsdag, og luktar hetta um alt skipið samstundis, sum evja verður drigin upp í salónina og í bilarnar á bildekkinum

Tað er ikki tespiligt hjá ferðafólki at sigla við Smyrli týsmorgnar. Tá flytir skipið nevniliga fiskaslógv norður um fjørð til burturbeiningar. Ein bingja við fiskaslógvi frá einari heilari viku stendur á biladekkinum, eins og annar farmur. Men munurin á byngjuni við slógvi og øðrum farmabyngjum er tó tann, at hon er ovurfylt av gomlum slógvi, og sostatt rennur evja allatíðina úr henni, og støðan er ikki betur, tá eitt sindur av røring er í sjónum. Hendan ótespiliga og illa luktandi evjan verður síðani drigin runt skipið - upp í salónirnar - og inn í bilar av ferðafólki, ið eru noydd at ferðast eftir biladekkinum.

Ferðafólk, ið vóru við Smyrli av Drelnesi til Havnar týsmorgunin, siga fyri Sosialinum, at stankurin av fiskaslógvinum var so øgiligur, at tað var als ikki verandi umborð, og tá tey endiliga vóru komin í land, bar næstan ikki til at fáa slógvluktin úr aftur bilinum, ið sjálvandi hevði staðið á biladekkinum allan túrin norður.


Ikki egnaður

Bárður Enni frá Heilsufrøðisligu Starvstovuni ásannar, at tað er Heilsufrøðisliga Starvstovan, ið hevur kravt at fiskaslógvið úr Suðuroynni skal førast av oynni og ikki bert tveitast á sjógv har suðuri. Orsøkin er tann, at tað rætt og slætt er dálkandi fyri náttúruna at tveita slógvið á sjógv, og verður tað tískil flutt til Havsbrún í Fuglafirði.

Men Bárður Enni ásannar samstundis, at Smyril, ið røkir allan ferðafólkaflutning millum Suðuroynna og meginlandið, als ikki er egnaður til at flyta slógv. Hann sigur seg sjálvan hava verið við Smyrli ein týsdag, tá slógv varð flutt norður um fjørð, og helt hann luktin vera ótolandi. Tó ivast hann í, um lukturin frá slógvinum er heilsuskaðiligur, og ger hann greitt, at tað ikki er Heilsufrøðiliga Starvstovan, ið skal góðkenna vælveruna hjá ferðafólkunum umborð á Smyrli.

? Tað er Skipasýnið, ið hevur ábyrgdina av vælveruni hjá ferðafólkunum umborð á Smyrli, og tí er tað eisini Skipasýnið, ið eigur at úttala seg um, hvørt tað skal bannast at flyta slógv við Smyrli undir teimum umstøðum, sum í løtuni eru.

Tó vísir Bárður Enni á, at tað er Heilsufrøðiliga Starvstovan, ið góðkennir kokkahúsið og kafeteria umborð á Smyrli, og vísir tað seg, at slógvið beinleiðis kann koma í samband við og dálka hesi støð, eigur Heilsufrøðisliga Starvstovan at gera sína skyldu og steðga hesum.

? Um slógvið varð flutt við Smyrli hvønn dag í staðin fyri einaferð um vikuna norður um fjørð við Smyrli, hevði trupulleikin ikki verið so stórur, tí tað hevði tað ikki fingið stundir at rotna, og tískil hevði eingin serligur luktur verið av hesum. Ein onnur loysn hevði kanska verið, at slógvið varð flutt um náttina ella kanska við einum øðrum skipi, vísir Bárður Enni á. Hann ivast tó í, hvørt tað er fiskivinnan sjálv ella SL, ið eigur at loysa trupulleikan.


Kann spreingjast

Ferðafólk við Smyrli vilja vera við, at slógv ger gass, ið kann føra til spreingingar á biladekkinum. Hesum er Bárður Enni partvís samdur í, men sigur, at so skal slógvið vera ógvuliga gamalt. Hann heldur ikki nakran vanda vera við slógvi, ið er eina viku gamalt.

Vit hava spurt Skipasýnið, um slógvið umborð á Smyrli er til nakran vanda fyri ferðafólkini, men haðani verður svarað, at málið má kannast nærri, áðrenn til ber at koma við nøkrum svari. Tó verður víst á, at hóast slógv kann føra til spreingingar, er helst ikki vandi fyri hesum umborð á Smyrli, tí utluftingin á biladekkinum er so mikið góð.


Veit um trupulleikan

Stjórin á SL, Reidar Nónfjall, sigur seg vita um trupulleikan við fiskaslógvinum umborð á Smyrli. Hann heldur tað vera ógvuliga óheppi, at ferðafólk skulu ferðast í stankinum frá slógvinum, og heldur hann tað somuleiðis vera keðiligt, um evja verður drigin kring skipið, tí hetta oyðileggur beinleiðis skipið.

Reidar Nónfjall vísir tó á, at hann einki veit um, at tað skal vera vandamikið at flyta ferðafólk og slógv við sama skipi. Men hann vissar um, at arbeitt verður við at loysa málið, og er ein møgulig loysn tann, at Tróndur ger eyðkatúrar til Suðuroyar eftir slógvi. Hann sigur tó, at eingin beinleiðis loysn enn er funnin, men at hon verður funnin sum skjótast.