Smyril á Vág ella berghol Hov-Øravík

Endamálið frá politiskari síðu um at ?Smyril? skuldi sigla á Vág var ikki at blanda seg upp í umsitingina sum so, men heldur at heimildin fyri hesi sigling varð staðfest.

Politiska ætlanin viðvíkjandi nógv umtalaða vikutúrinum Tórshavn-Vág-Tórshavn var at lætta um hjá vinnuni í sunnaru helvt av oynni, nú allur farmaflutningur umfamt alla aðra ferðslu til og fra, skal flytast eftir eini vandafullari fjallarás, ið er kend fyri størsta títtleika av ferðsluóhappum í landinum. Hetta varð staðfest á frágreiðing landsstýrismannsins í vinnumálum um framtíðar samferðslukervið í Føroyum.

Øllum kunnugt varð farleiðin Hov-Øravík tikin í brúk fyri meiri enn 40 árum síðani, og als ikki ætlað til ta ferðslu, sum fer fram í dag.

Tað hevði tí verði áhugavert at vita, um tað krevst myndugleika góðkenning til ta tungu ferðslu, sum dagliga fer fram á hesum vegastrekki?

Ynski um vikutúrin hjá ?Smyrli? á Vág, sjálvandi í samráð við vinnuna, er tí ikki órímilgit, um vinnulívinum í hesum partinum av landinum, ið er ein fortreyt fyri, at ikki alt flytur til Havnar, skal vera lív laga.

Men taka vit saman um og hyggja frameftir, so ber til at loysa nevnda ferðslutrupuleika, sum er orsøkin til alt hóvastákið.

Alternativið er at bergholið Hov-Øravík gerst veruleiki.

Ein yvirkomilig íløga, eitt fólkaynski, um nú nógv umtalaði útjaðarin skal hava ein framtíðarmøguleika.

Lítið er lamdið, okkum nýtist ikki at gera tað enn minni.

Undirritaði skal tí heita á landsstýrismannin í vinnu- og samferðslumálum, Finnboga Arge um at skunda undir, at fáa henda møguleikan, um ikki annað, so raðfestan.

Tá verður alt so nógv lættari.


Flemming Mikkelsen