Smyril vendi aftur

Ein kona datt í eini trappu umborð, og skiparin gjørdi tí av at venda við aftur

Stutt eftir at Smyril hevði lagt frá landi úr Havn týskvøldið, gjørdi skiparin av at venda við aftur til Havnar. Orsøkin var, at ein kona var dottin í eini trappu og hevði meitt seg so illa, at skiparin ikki helt tað vera ráðiligt at halda fram til Suðuroyar.
Konan bløddi í munninum og var í øðrviti. Tí helt skiparin, at best var um hon kom undir læknahond á sjúkrahúsinum.
Konan gekk niður ígjøgnum trappurnar av ovasta dekkinum, og tá hon kemur niður til tey seinastu trinini, dettur hon eftir høvdinum. Konan fekk ikki álvarsligt mein av óhappinum, tí hon varð útskrivað sama kvøldið.
Skipið var stutt uttanfyri molan, tá óhappið hendir. Skiparin vendi við aftur, og skipið misti hálvan tíma av hesum.