Snæbjørg Ørvarodd til minnis

   

Tá vit fingu boðini um at Snæbjørg ikki longur var okkara millum, kom hetta øllum dátt við, sjálvt um hon í fleiri ár var merkt av sjúku, gramdi hon seg ongantíð, var altíð lívsglað og var aldrin mótfallin.
Hon hevði tað styrki at lata sinni vinna á kroppi og sjúku.
Tað er stórur saknur hjá okkum í Astma/Allergifelagnum at hava mist ein so góðan stuðul, hon var sera virkin og gekk høgt upp í arbeiði hjá felagnum.
Góðu tit øll í stóðu henni nær, má Harrin styrkja tykkum í sorg tykkara.
Ærað verður minnið um Snæbjørg Ørvarodd.