- Snýr seg um nógv meira enn pengar

- Tað handlar um ein dyst, sum ein má vísa virðing fyri, sigur Djóni Nolsøe Joensen við Rás2.

Djóni Nolsøe Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur í dag sagt sína hugsan um verkfallið hjá pedagogunum. Tingmaðurin heldur, at tað er ikki meira enn rímiligt, at fólk, sum nema sær útbúgving á bachelorstigið koma á eitt virðiligt støði fíggjarliga. 

 

 

 

- Tað er neyðugt at vísa hesum fakunum neyðugu tignina, sigur Djóni Nolsøe Joensen á Rás2. 

 

 

 

Hann heldur, at politiski myndugleikin má fara inn og vísa á, at Føroyar sum land eisini vilja fara inn og gera nakað gott fyri okkara samfelag og okkara børn. Djóni Nolsøe Joensen er sjálvur pedagogur, men heldur kortini ikki, at hann er litaður í sínum útsøgnum. 

 

 

Árni Gregersen, tíðindamaður, tosaði við Djóna Nolsøe Joensen í tíðindunum á Rás2 í dag. Trýst á pílin fyri at hoyra samrøðuna.