Mánadagin ringdi John Johannessen á Sosialinum til mín og segði seg hava fingið fatur á einari søgu. Hon gekk út uppá, at Løgtingið fór at keypa tingmonnum eina teldu í part.
Hesum kundi eg vísa aftur. Men eg kundi upplýsa, at eg hevði biðið nakrar fyritøkur givið tilboð uppá eina góða teldu, so at tingmenn kundu fáa møguleika fyri egna rokning at keypa eitt ávíst tal av teldum. Tað væntaði eg fór at geva hampiliga stóran avsláttur.
Síðani prátaðu vit um teldumøguleikar og heimateldur sum heild. John Johannessen man ikki hava verið serliga væl nøgdur við, at tingmenn ikki skuldu fáa okkurt serligt burtur úr hesum tiltaki. Tað hevði jú verið ein góð søga at kunna sagt fólki, at tingmenn skuldu hava ókeypis teldur. Ikki sannheit?
Tí fær hann hesar setningar flettaðar inn:
?Finnbogi Ísakson heldur tó, at málið um ókeypis teldur til tingfólk eigur at viðgerast... Haraftrat nemur tingformaðurin við spurningin, um tað er rímiligt, at starvsfólk á privata arbeiðsmarknaðinum skulu hava betri sømdir enn til dømis tingfólk.?
Hetta er snaring, so tað forslær. Orðið ?farteldu? nevndi eg ikki (tað var hansara orð). Haraftrat havi eg ikki borið privata arbeiðsmarknaðin saman við tingfólk.
Tað, sum eg segði - í tí generella partinum av prátinum - var, at tað almenna eigur at umhugsa, um ikki almenn starvsfólk, á summum arbeiðsplássum ið hvussu er, eiga at fáa somu teldumøguleikar sum starvsfólk á teimum stóru privatu fyritøkunum. Verður tað ikki gjørt, kann tað henda seg, at fólk í almennari tænastu vera verri fyri enn tey á privata arbeiðsmarknaðinum.
Mær dámar betur ikki at verða endurgivin í bløðunum enn at verða skeivt endurgivin.
Finnbogi Ísakson