Snildfonin er deyð – fólk hava bara ikki funnið út av tí enn.
Tað sigur ein av leiðandi tøknimennarunum hjá Microsoft við miðilin Bloomberg.
Alex Kipmann er eirindaleysur, tá ið hann metir um framtíðna hjá snildfonini, sum fólk eru blivin so bundin at. Hon er á veg út, og tað fara at fólk at finna út av komandi tíðina.
Hann hevur eisini eitt greitt boð uppá, hvør avloysarin hjá snildfonini er. Alex Kipman heldur, at einar sonevndar ”mixed reality” brillur fara at taka yvir. Kipman er sjálvur við í menningini av Microsoft Hololens, sum er einar brillur, ið leggja eitt talgilt filtur yvir veruleikan uttan samband við fartelefon ella teldu.
Microsoft mennir framvegis nýggjar snildfonir, men eisini tær fara at broytast munandi, og so fáa vit at síggja, um einar tøknibrillur fara at avloysa faratelefonina.