Snildisligt fíggjarsvik

Teldufólkini á donsku fyritøkuni, sum seldi teldustýrsu kassaskipanina til Fótbúna í Havn, gløddu við, tá ið tey fingu at vita, at ein ung genta í Havn hevði funnið útav at svika við skipanini. Tað var ongantíð áður hent, síðan skipanin kom fyri 15 árum síðan

Mikudagin varð ein 20 ára gomul kvinna í Føroya rætti dømd fýra mánaðar treytaða fongsulsrevsing við tvey ára royndartí og 80 tímar samfelagstænastu fyri fíggjarsvik. Haraftat skal hon gjalda 135.472 krónur aftur og gjalda sakarmálsútreiðslurnar.

Hon viðgekk alt og tók við dóminum.

Kvinnan arbeiddi í handlinum Fótbúna í Havn, og tað var har, hon framdi svikið.

Hon byrjaði at arbeiða í handlinum í august í fjør, og í rættinum segi hon, at hon byrjaði at svika, longu tá ið ein mánaður var farin.

Tað hevði hon gjørt, tí henni vantaði pening. Tá ið hon hevði gjørt tað fyrstu ferð, ætlaði hon at gjalda aftur, men tað gekk væl, og áðrenn hon visti av, tók svikið ræðið á henni.

Í Fótbúna vóru Súsanna og Bjarni Joensen greið yvir, at okkurt ikki ruggaði rætt, men tey høvdu leingi ongan illgruna til ta ungu kvinnuna, sum teimum dámdu sera væl og vóru góð við.

- Vit taldu og taldu goymsluna, og tað hekk ikki saman við úrslitinum, tá ið vit gjørdu kassan upp, sigur Súsanna Joensen.

Hon var leingi sannførd um, at hon hevði gjørt okkurt galið sjálv.


Púra ókent

Tey vendu sær til fyritøkuna, sum hevði selt teimum kassaskipanina, og teldufrøðingarnir sótu í dagavís og royndu at finna útav, hvat var galið.

Teir komu ikki til nakað úrslit.

Ein dag datt Súsanna Joensen yvir kvittan, sum sá eitt sindur lønin út. Har stóð ein upphædd á, men tá ið hon hugdi inn á kassaskipanina, var einki komið inn.

Hetta segði henni, at kvinnan hevði funnið ein máta at skriva kvittan, men einki kom inn.


Tók reiðan pening

Súsanna Joensen fór so sjálv at royna og kom eftir, at kvinnan fyrst hevði tastað upphæddina inn, so trýst á angra, men kvittan kom út. Tann, sum keypti visti ikki av nøkrum. Hetta kundi bara gerast, tá ið fólk rindaðu við reiðum peningi.

Hetta hendi 4. juli í ár.

- Eg ringdi beinanvegin til fyritøkuna í Danmark, og tey øtaðust, tí slíkt átti ikki at borið til, og hetta var ongantíð hent tey 15 árini, skipanin hevur verið til.

Teirra skipan er ein tann mest brúkta í ríkinum, og varð hildin at vera fullkomiliga trygg.


Noyddust at melda

Súsanna og Bjarni Joensen vistu ikki, hvat tey skuldu gera, tí tey vóru góð við ta ungu kvinnuna, sum Súsanna hevur kent, síðan hendan var barn. Tey høvdu spurt hana, men hon hevði noktað.

- Eg fekk størsta skelkin higartil í lívinum og var fyri ongum restina av degnum, tá ið vit fataðu, hvat var hent.

Danska fyritøkan segði, um tey ikki meldaðu málið til politiið, so gjørdi fyritøkan tað.

Tískil meldaðu tey, politiið kom eftir kvinnuni, sum á staðnum viðgekk at hava svikað. Hon vísti eisini politinum, hvussu hon hevði borið seg at.

Súsanna og Bjarni Joensen hava verið lagalig og hava gjørt eina afturgjaldsavtalu við ungu kvinnuna, sum ikki hevur ráð at gjalda alt aftur í einum.


Hatursfuglar

- Hatta var so tað, men tað, sum øsir meg mest er, at fólk, sum standa okkum nær, skulu líða undir hesum. Fleiri fólk eru ávarað um at halda seg frá okkum. Tað ger okkum ilt.

Súsanna Joensen heldur tað vera nógv fyri, at fólk skulu bera seg soleiðis at, tí tey meldaðu kvinnuna.

- Í Føroyum skal alt slíkt tigast burtur. Alt skal koyrast undir gólvteppið, og verður teppið ov lítið, er bara at keypa eitt nýtt og størri, sigur Súsanna Joensen.

Av tí at hon kendi familjuna hjá tí ungu kvinnuni so væl, sendi hon henni beinanvegin eitt vinarligt sms, og hon ringdi eisini til pápan.

Kortini vórðu vinir ávaraðir móti Súsonnu og Bjarna Joensen.

Men viðskiftafólkini hava ikki vent teimum bakið.