Er hetta ikki at fuppa tryggingartakaran?
Tí FT hevur seinasta árið hækkað allar tryggingar við 15 til 20% og samstundis skarvað av produktum, ið kunnu tryggjast. Aðrar tryggingar hækkaðu 80%, tí tryggingargjald og skaðaútgjald gekk líka upp, altso, FT hevði ongan vinning men heldur einki tap.
Henda framferð kann kanska góðtakast, um allar tær tryggingar, sum FT bert hevði vinning uppá, lækkaðu. Men sum øll vita, so er veruleikin ein heilt annar, tryggingarnar bert hækka.
Sjálvsábyrgdin er eisini hækkað eini 50%, so samlaða hækkingin tað seinasta árið má verða minst 20%.
Er hetta yvirhøvur loyviligt?
Er hetta ikki at snýta tryggingartakaran, so tað forslær? Fyrst hækka allar tryggingar 20% og síðani lova eina minking upp á allar tryggingar við 20%, men bert um tú bindir teg til »Betri Pensjón«.
Er tað nakar, ið tosar um góðan lýsingarsið ella etikk?
Hvar er verjan hjá tryggingartakaranum?
TF hevur eitt umboðsráð og eina nevnd, ið sær út til at siga ja og amen til alt, sum leiðslan kemur við. Ráðið skal eitast at vera valt av tryggingartakaranum, men hvørji áhugamál hevur hetta ráð, kunnu vit spyrja. Er tað bert fundarpeningurin, ið hevur áhuga, tá ið TF sleppur at »fuppa« tryggingartakarin soleiðis.
Livst so spyrst.