Kappróðrarblaðið, Sosialurin 30. mai 2025:
Í fjør gekk illa hjá Miðvágs Róðrarfelag at manna bátarnar – so illa, at eingin manning varð tilmeldað FM-róðurin.
Unga forkvinnan í felagnum, 23 ára gamla, Tóra Mouritsen, var tó ikki svartskygd, tá vit skiftu orð við hana fyri einum ári síðan.
Varhugin, hon hevði um, at tað fór at ganga betur at manna bátarnar í ár, var rættur, og til FM-róðurin í ár hevur róðrarfelagið í Miðvági tilmeldað tríggjar manningar.
Í fjør vísti Tóra á, at tey høvdu sett sær fyri at taka eitt tak til frama fyri kappróðurin.
- Vit byrjaðu nokso tíðliga í fjør heyst at heita á børn, ung og tilkomin um at møta til venjingar í róðrarneystinum saman við venjara.
Og hetta gav úrslit.
Góð uppmøting
Áhugi vísti seg skjótt at vera, og tað var javnan, at eini 15-20 børn møttu upp til venjing.
- Úrslitið er, at vit í FM-róðrinum í ár hava tilmeldað tríggjar manningar í trimum ymiskum bátum.
Tóra Mouritsen sigur, at Miðvágs Róðrarfelag í ár fer at luttaka við tveimum bátum í barnaróðri, Rókinum við dreingjum og Frúnni, sum varð flotaður fyrstu ferð í ár, við gentum.
- Hetta er ordiliga stuttligt, og vit vóna, at børnini fara at hanga í. Her eru væl fleiri børn enn til báðar bátarnar, og tí fara vit at skipa soleiðis fyri, at øll, sum vilja, sleppa at rógva, sum róðrarárið gongur.
Hon væntar tí, at tað verða skiftandi manningar við Rókinum og Frúnni í róðrarárinum.
- Vit ætla, at øll, sum hava hug, skulu sleppa at royna seg, eisini á stevnunum.
Tóra vísir á, at ein annar máti hevði verið, at gentur ella dreingir kanska mannaðu tveir bátar, men hon heldur ikki, at nóg mikið av fólk er til tess.
- Tí verður tað soleiðis, at øll sleppa at luttaka á onkrari stevnu, leggur hon aftrat.
Miðvingur rør eisini
Í ár hevur tað eisini eydnast Miðvágs Róðrarfelag at manna 8-mannafarið, Miðving.
- Her hava vit eina spennandi manning við bæði royndum og spildurnýggjum rógvarum. Tað verður stuttligt at síggja, hvussu tað fer at taka seg út hjá teimum í róðrarárinum.
Tóra Mouritsen vísir á, at tað eru lutfalsliga nógv 8-mannafør tilmeldað í ár, og hon væntar, at tað verður spennandi at fylgja 8-mannaførunum.
- Vit hava eisini nakrar kvinnur, sum rógva við 6-mannafarinum, Riddaranum, men hetta er bara motiónsrógving, og kvinnurnar eru ikki tilmeldaðar FM-róðurin.
Forkvinnan vísir á, at hóast felagið ongan bát hevði við í FM-róðrinum í fjør, sá hon fyri sær, at útlitini ikki vóru so døpur kortini.
- Í ár kunnu vit so aftur fegnast um at hava tríggjar bátar at fylgja í róðrarárinum, sigur forkvinnan í Miðvágs Róðrarfelag.
Sjálv hevur hon róð, síðan hon var smágenta, og áhugin fyri kappróðri er framvegis hin sami.
Sera góðar umstøður
Umstøðurnar í neystinum hjá róðrarfelagnum í Miðvági eru sera góðar. Her hava tey pláss til kappróðrarbátarnar.
- Í róðrarneystinum eru lutfalsliga stór venjingarhøli, og her er góður salur, fundarhøli og skiftingarrúm við wc og brúsum.
Tóra Mouritsen sigur at enda, at í róðrarneystinum er altíð onkur aktivitetur, og tað er ikki so sjáldan, at tú eisini sært bátar rógva á vágni til stuttleikar.
Kappróðrarblaðið, sum er í Sosialinum hesaferð, kann lesast við at trýsta her